frits johannesen

Bøvegur 63     FO-530  Fuglafjørður     Faroe Islands

Tel. (+ 298) 444 326   and   284326

frits@olivant.fo

 

cv

Frits Johannesen er føddur 22.5. 1944 í Fuglafirði

Præliminerprógv 1961

Læraraprógv 1967

Árskeið á Danmarks Lærerehøjskole 1878/79 í tónleiki og støddfrøði

Árskeið á DPU ( Danmarks Pædagogiske Universitet) 2000/2001 í myndlist.

Verið kórleiðari frá 1979 – 2009

Leitt Fuglafjarðar gentukór frá 1980 – 2000

Fuglafjarðar manskór: 1993 – 1997

Fuglafjarðar sangkór : 1984 – 2004.   2007 – 2009

Verið á konsertferðum við hesum kórum sum kórleiðari 12 ferðir. Í Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark  og Týsklandi.

 

Stillaði fyrstu ferð út 1969 á Varmakelduframsýningini í Fuglafirði, sum síðani. hevur verið fastur táttur á hesi bygdarstevnu.

 

1970 fyrstuferð við á Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum og verið við á hesi framsýning fleiri ferðir síðani.

 

Listprýði

Listprýtt Mentanarhúsið 1998 uttan, stoypt relieffið á Bønhúsinum á Hellunum 1999, træskurð til Havsbrún 1995, træskurð til studentaskúlan á Kambsdali 1993, træskurð til skúlan í Hvalvík 2012 og listprýtt barnagarðin, Stropan, á Kambsdali 2012. Listprýtt skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki 1997.

 

1974 einsæris sýning í Listaskálanum

 

1980 framsýning á Ryttergården, Ballerup, saman við øðrum føroyskum listafólkum

 

1981 framsýning í Selfjord í Noregi saman við føroyskum listafólkum

 

1982 einsæris framsýning í Sparikassanum í Havnini

 

1983 Fuglafjarðar gentukór -Konsertferð á páskum til Danmarkar og vitjaðu Danmarks radio Pigekor.

 

1985 Fuglafjarðar gentukór á konsertferð í Bergen í juli og vitjaðu Per Eirik og Elsebeth Hals.

 

1986 Fuglafjarðar gentukór vitjar í juli á Selfossi - vinabýi Fuglafjarðar og Jón Steffánsson í Langholtskirkju í Reykjavík.

 

1986 við á Focusframsýningini, sum bleiv løgd til rættis av Sammenslutning af

Danske Kunstforeninger, sum varð sýnd fram víða um í Danmark

 

1987 einsæris framsýning í Sparikassanum í Havnini

1987 framsýning í listastevnuni í Fuglafirði í febr., sum Lisa skipaði fyri

1987 konserferð við Fuglafjarðar genturkóri í DK og vitjaðu John Høyby

 

1990 framsýning í Låne- og Sparekassen for Offentligt Ansatte i København saman við 3 øðrum føroyskum listafólkum.

1990 einsæris sýning í kunstgallerínum Vágsbotni, Tórshavn

 

1991 konsertferð í Vestbotten í Svøríki sum kórleiðari við Fuglafjarðar genturkóri

1991 um sama mundið, framsýning í Folkets hus í Umeå saman við Marius Olsen og Torbjørn Olsen

 

1992 við á Várframsýningini í Listaskálanum, Tórshavn

1992 framsýning saman við Heðini Kambsdal á høvuðsbókasavninum i Aalborg

 

 

1993 einsæris sýning á det Danske Centralbiblioteket, Flensburg

1993 um sama mundið konsertferð í Norðurtýsklandi við Fuglafjarðar gentukóri

1993 træskurður til studentaskúlan á Kambsdali 3,5m x 4m x 0.25 m

 

1995 træskurðmynd til Havsbrún 2x5m

 

1996 konsertferð við Fuglafjarðar gentukóri í nord Østerdalen í august mánaði.

 

1998 prýtt Mentanarhúsið

 

1999 stoypt mynd til bønhúsið á  Hellunum 2 x 3,5m, sum stendur á skjøldrinum á bønhúsinum

1999 á konsertferð í Íslandi við Fuglafjarðar sangkóri sum kórleiðari um páskirnar.

1999 á konsertferð við Fuglkafjarðar genturkóri til Bergen

 

2000 málað á Triennale 15.-21. juni á C.W.Obels Plads, Aalborg, saman við listafólki frá vinabýasambandinum hjá Aalborg kommunu

2000 einsæris framsýning í Helligåndsklostret, Aalborg

2000 konsertferði í Aalborg og Skagen við Fuglafjarðar gentukóri sum kórleiðari

 

2001 framsýning í museumssentret Ramsmoen, Norøsterdalen, Norge

2001 einsæris sýning í  Gallarí Ribarhúsi, Fuglafjørður

 

2002 framsýning á Riberhúsi saman við Heðini Kambsdal og Øssur Mohr

2002 gallari Arleth, Frits Johannesen, Heðin Kambsdal og Øssur Mohr

2002 konsertferð við Fuglkafjarðar sangkóri í Danmark og Svøríki

 

2003 Galleri Epoke, Vejle saman við Øssur Mohr

 

2004 einsæris framsýning í Listaskálanum, Tórshavn

2004 Menniskja í søgn og søgu, málningaframsýningar, kórsangur og drama á Varmakeldu. Norðurlendskt samtak.

 

2005 einsæris framsýning í Leikalund í Klaksvík

2005 einsæris framsýning, Gallerí Oyggin, Tvøroyri

 

2006 einsæris framsýning Galerí Focus, Thórshavn

2006 einsæris sýning á Galerí Arleth, Falster

2006 akvarelframsýning á Galerí Tøting, Syðrugøtu

2006 einsæris málninga framsýning, Bagsværd kirke, Keypmannahavn

 

2007 einsæris sýning á LM handlinum á Kambsdali

2007 gjørt orð og løg til sangleikin, Nykurin og málað leiktjøld til leikin saman við næmingunum

2007 í Bergen við næmingum í 8.flokki á listabreytini úr Fuglafjarðar skúla í august, har vit hugdu at list og teknaðu á listaskálanum í Bergen og arbeiddu víðari við hesum evnum, tá ið komið var heimaftur.

2007 einsæris framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

2007 einsæris framsýning á Ólavsøku í Tilhaldinum, Tórshavn,

 

2008 gjørt orð og løg til sangleikin “Smáttan og rúmdarferðin”

2008 framsýning á páskum á Galerí Arleth, Falster saman við Heðini Kambsdal og Øssuri Mohr

2008  gjørt orð og løg til sangleikin “Picasso kemur í morgin”

2008  framsýning í Huset í Aalborg 12 – 26 oktobur

2008  Einsæris framsýning í Listaglugganum í Tórshavn

 

2009  málað 8 málningar, ein til hvønn satsin, til Kvartettina til tíðarinnar enda, av Oliver Messiean, sum varð spæld í Mentanarhúsinumn tann 22. januar og 24. januar í Norðurlandahúsinum. Málningarnir stóðu kring kvatettina, meðan spælt varð.

2009  málningarnir: Kvartett til tíðarinnar  vístir fram í Listaglugganum

2009  7.- 11.  mai sangleikurin, Picasso kemur í morgin

2009  14. – 3. juni einsæris sýning í Ribarhúsi

2009  skrivað sangleikin, Varmakeldunátt, sum Eyðun á Lakjuni tónsetti

2009  einsæris sýning í Gallarí Fokus

2009  teknað konvoluttin í samband við at Tjaldurs Apotek verður 25ár.

2009  Varmakelduframsýningin 40 ár. Fyriskipað og stoypt myndir til Gamla svimjihyl saman við øðrum fuglfirðingum.

2009  framsýning í sept. í Fredrikssund – Heystframsýning í Langes Magasin – saman við Edward Fuglø, Rannvá Holm, Astrid Luihn, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Kára Svensson.

2009  við á Art Copenhagen í Forum - Listagluggin  18. – 19. og 20. sept.

2009  Listagluggin

 

2010  Runavíkar kommunu í juni á Eystanstevnu

2010  málningaframsýning um páskirnar í Gallerí Arleth saman við Amariel Norðoy.

2010  summarframsýningin í Gallarí Ribarhús – mai, juni, juli og august

2010 skipað fyri kvøldsetuni Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.

 

2011  vatnlitsmyndir um páskirnarí Glyvra kirkju

2011  málningaframsýning í apríl mánaði í Gallarí Elisabeth, Runavík

2011  summarframsýningin í Gallarí Ribarhús juni, juli og august

2011  málningaframsýning Gallarí Ribarhús saman við abbabørnum og ommubeiggjabørnum o.ø. í familjuni

2011 19. febr. Stokkakvøld í Mentanarhúsinum

2011 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.

2011 27. nov Tankar og tónar við upplestri, kórsangi og myndasýning í kirkjuni við Powerpoint. Gentukórið gamla sang.

2011 skipað fyri kvøldsetu í Mentanarhúsinum í oktobur: Seyður og seyðahald.

 

2012  vatnlitsmyndir í Glyvra kirkju i føstuni  undir heitinim: Pínslusøgan

2012  einsæris sýning í Gallarie Focus, Tórshavn,  mars 2012.

2012  framsýning saman við Alexandru(konu míni), sum sýnir sínar kjólar, sum hon hevur bundið sjálv, fram á Mentanarnáttinini fríggjadagin,  8. juni 2012 í Tilaldinum í Tórshavn

2012 summarframsýningin í Ribarhúsi juni, juli og august

2012 listprýtt barnagarðin á Kambsdali

2012 træskurð til Hvalvíkar skúla

2012 málningaframsýning á mentanarstevnuni í Fuglafirði saman við Øssuri og Heðini

2012 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.

 

 

2013 málningaframsýning í mars mánaði í Thisted í Det gamle Rådhus  saman við Heðini og Øssuri, sum “ kunstforeningen Kastet” skipaði fyri

2013 málningaframsýning á Gallerí Arleth í mai/juni

2013 Varmakelduframsýningin

2013 1. juni Kvøldseta, Seyður og seyðahald í Húsavík í Íslandi, sum er vinabýur Fuglafjarðar

2013  framsýning í Eik banka í Fuglafirði í sept. saman við Janus á Húsagarði, Jógvan Andreas á Brúnni og Brandur Patursson, sum Kristina Joensen, listakvinna hevði skipað fyri

2013 nov/des framsýning í Ribarhúsi saman við Heðini Kambsdal og Marjun í Lambanum

2013 Tankar og tónar í kirkjuni 24 nov. við kórsangi og upplestri. Skrivað tekst til nakrar málningar hjá Heðini Kambsdal.

2013. skrivað sangleik til 10. flokk í Fuglafjarðar skúla: William Turner og Monet. Bárður á Lakjuni tónsetti. Spældur í Mentanarhúsinum.

2013 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.

 

 

2014 framsýning við akvarellum í Rituvíkar kirkju og fyrilestur við Power point: Trúgvin og listin

2014 skrivað sangleikin: Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin til 6. flokk í Fuglafjarðar skúla. Eyðun á lakjuni tónsetti.

2014 undirvíst í Handilsskúlanum í Rørslutekningum og strikutekningum,

2014 famsýning í Ribarhúsi í mai saman við Kristinu Joensen á sjeyti ára føðingardegi mínum.

2014 framsýning á Galleri Nørballe á Als frá juni til sept saman við øðrum føroyingum

2014 framsýning á Norðoyastevnuni í Klaksvík

2014 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.

 

 

2015 málningaframsýning Galleri Munken uppi við Løkken í Norður Jútlandi á páskum saman við Eyðun á Reyni, Kára Svendson og Torbjørn Olsen.

2015 einsæris sýning við vatnlitsmyndum í Aulum kirkju, Jútlandi, sum Ronald Rising, prestur skipar fyri.

2015 málningaframsýning í gallarí Arleth á Falster um páskirnar saman við Heðini Kambsdal og Øssur Mohr

2015 málningaverkætlan saman við Sprotanum og Jonhard Mikkelsen

2015 einsæris sýning  í septembur  Gallarí Fokus

2015 í okt. skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum

 

 

 

2016 einsæris málninga- og vatnlitsmyndasýning á posthúsinum í Klaksvík á “Torradøgunum.”

2016 skipað fyri kvøldsetum við frásøgnum um  Útróður í Fuglafirði í februar mánaði..

2016 fimmtan  málningar, sum eg hevði málað og latið  Sprotanum, vórðu seldir  á uppboðssølu 2. apríl. á Reinsarínum í Havnini Gentukórið gamla sang. Jonhard Mikkelsen, Vestmanna stíðlaði fyri.

2016 framsýning í fimleikahøll skúlans  á mentanarvikuni í sept. saman við fuglfirðingum- Kristinu Joensen, Jógvan á Brúnni, Helenu Kjeld, Tummas Jákup Thomsen, Jens Klæmint Jacobsen, Bernhard Samuelsen og Heðini Kambsdal.

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  •  fomyndlist@gmail.com

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved

a

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  fomyndlist@gmail.com

 

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved