en fo  
 

Heðin Kambsdal
Norður í Gerði 2
530 Fuglafjørður

Tel. +298 444 596
mob. +298 222 421

kambsdal@post.olivant.fo

• About the Artist
• Works

About the Artist

Útvaldar framsýningar:
Leikalund, Klaksvík
Gallarie Fokus, Tórshavn
Gallerie Ribarhus, Fuglafjørður
Várframsýning í Listaskálanum, Tórshavn
Ólavsøkuframsýning í Listaskálanum, Tórshavn
Galleri Arleth, Horbelev, Danmark
Galleri Louis, Hirtshals, Danmark

Selt til m. a. :
Eik, Føroya Banka, Fuglafjarðar Kommunu, Gøtu Kommunu, Privat

Bøkur:
“Mótljós/Into the Light”, 2007, lagt til rættis Jennifer Henke,

Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 1951. Frá barnsbeini av var Heðin áhugaður í list. Morbróðir Heðin, Símun Johannesen, sum málaði í síni frítíð, var fyrsti íblástur hansara í list. Sum 16 ára gamal var Heðin til eina listaframsýning av Jóannis Kristiansen. Spælið í millum ljósið og myrkrið frá myndunum, sum eyðkennir málningarnar hjá Heðin í dag, er sprottin úr hesi framsýning. Fyrstu myndirnar hjá Heðin vóru blýantstekningar ella evnaðar til við oljukriti. Í 1965 fekk Heðin sína fyrstu oljumálningaútgerð og byrjaði at gera oljumálningar.

Útbygving og arbeiði: Heðin fór í byrjanini av 70’unum til Danmarkar á læraraseminarium umframt at nema sær serkunnleika innan list. Eftir lokna útbúgving arbeiddi Heðin eitt skifti sum lærari í Fuglarfjarða skúla, til leiðin aftur gekk til Danmarkar á musikkonservatorium. Eftir lokna útbygving sum organistur í byrjanini av 90’unum, arbeiddi hann nøkur ár í Danmark sum organistur og kórleiðari. Hesi árini í Danmark helt Heðin áfram við at mála. Hann arbeiddi út frá egnum skitsum og myndum, hann hevði tikið úr Føroyum. Hann sendi málningar til Føroyar millum annað til Ólavsøku-framsýningar og hevði somuleiðis fleiri framsýningar í Danmark. Í 1997 kom Heðin aftur til Føroyar og hevur síðani starvast sum klaverlærari og organistur.

Málningarnir: Spyrja vit Heðin, hvaðan hann søkir sær íblástur til málning sína, svarar hann, at hann lítur út gjøgnum gluggan. Hendan sjón hugtekur hann soleiðis, at hann burtur úr henni fær myndevnir og íblástur til mangar av málningum sínum – eitt nú hábærsliga fjallið “Blábjørg”, sum hevjar seg yvir Fuglafjørð. Meðan Heðin var í Danmark vitjaði hann kend málningasøvn í Paris, Amsterdam og Berlin, og málningar hansara endurspegla eisini teirri ávirkan, fronsku impressionistarnir hava havt á hann, eins væl og myrku litirnir hjá hálensku meistarunum síggjast aftur á løriftum hansara. Eitt, sum týðiliga eyðkennir Heðinsa málningar, er hansara handfaring av ljósi og skugga. Eitt, sum sermerkir oljumálning, er, at tú kanst tynna litirnar, soleiðis at teir gjøgnumskygdir geva verkinum fyllu. Heðin dugir so sera væl at skapa hesa fyllu ella dýpd í sínum ljósfylta málningi. Fyri honum er spælið millum ljós og skugga í tí, hann málar, at sammeta við lívsins kor, har tað aloftast rivar fyri ljósi, tá ið myrkt sær út. Heðin gevur okkum við málningi sínum ljós í myrkrinum.

Heðin Kambsdal was born in Fuglafjørður in the Faroe Islands in 1951, and from childhood he was interested in art. His interest in painting was initially sparked by his mother’s brother, Símun Johannessen, a carpenter who did oil painting in his free time.  As a teenager, Heðin saw an exhibition of paintings by Jóannis Kristiansen; and the contrast of light and shadow in these paintings made a deep impression, influencing the style of his future work.  Heðin’s early art work was done in pencil or oil-based pencil.  For Christmas 1965, Heðin received a set of oil paints, and for the first time he began to do oil painting.

Education and Work:  In the early 1970’s, Heðin attended teacher’s school in Denmark, also studying art and music. During the 1980’s he taught in the Fuglafjørður schools for several years, before returning to Denmark to study at the music conservatory in Esbjerg.  He completed his studies in the early 1990’s and remained in Denmark, working as a church organist and choir director.  During his years in Denmark, Heðin continued to paint, and the subject of his painting was always the Faroe Islands, based on photographs and his own sketches.  He sent paintings to the Faroes for exhibition at the Olavsøka festivals and also had several exhibitions in Denmark.  Heðin returned to Fuglafjørður in 1997, where he currently works as a piano teacher in the music school and as church organist.  
His Paintings:  When asked where he gets the inspiration for his paintings, Heðin responds that he looks out the window.  This striking view is the subject of many of his paintings – Blábjørg mountain towering over the Fuglafjørður bay. While in Denmark, Heðin spent time at major European art museums in Paris, Amsterdam, and Berlin; and his paintings reflect the abstract characteristics of the French impressionists as well as the dark colors of the Dutch Masters.  A distinctive quality of Heðin’s work is his depiction of shadow and light.  A characteristic of oil paint is that it can be thinned to appear translucent, with layers of paint giving depth to the work.  He is a master at creating depth and luminosity in his paintings.  For him, the play of shadow and light in his work is analogous to our human condition of being in shadow, but the light is there, within reach. His work reveals the light in the darkness.

(Tekstur: kelda “Mótljós/Into the Light”, Jennifer Henke)