Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar.
Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2008–2009. Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir "Listaleypurin." Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknarblað og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.
Ein úrvalsnevnd velur út tíggju verkætlanir, ið hvørjar fáa 10-40.000 kr. at nýta til fimm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og avtalar framsýningartíð í samráð við skúlar og listafólk.
Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá verkætlanarleiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas, á tlf. 210125.