Les nýggjastu tíðindi frá Føroysk Myndlistafólk MYND

Listasavn Føroya sett nýggjan stjóra

18. mar. 2019

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur gjørt av, at Karina Lykke Grand, lektari í listasøgu á universitetinum í Aarhus, verður nýggjur stjóri á Listasavni Føroya.


Tíðindaskriv frá Listasavni Føroya:

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur gjørt av, at Karina Lykke Grand, lektari í listasøgu á universitetinum í Aarhus, verður nýggjur stjóri á Listasavni Føroya. Karina Lykke Grand er 44 ára gomul og hevur frammanundan verið savnsleiðari á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt. Hon hevur eisini ein ph.d. í listasøgu av universitetinum í Aarhus.

- Føroyska listasøgan er sera spennandi, og samtíðarlistin ger støðugt meira um seg á altjóða pallinum. Vit ætla at gera uppaftur meira vart við bæði ta søguligu listina og samtíðarlistina og haraftrat menna upplivingarnar hjá teimum vitjandi á Listasavni Føroya, sigur Niels Christian Nolsøe, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya.
Hann vísir á, at Karina Lykke Grand hevur holla fatan av føroysku tjóðini og eyðkennunum hjá føroyskari list og mentan.

- Karina Lykke Grand kann við síni yrkisligu bakgrund seta føroyska list í ein norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Hon fer m.a. at leggja dent á, at verkini á Listasavni Føroya verða sýnd fram soleiðis, at framsýningarhættirnar samsvara við nútíðartørvin, sigur Niels Christian Nolsøe.
Karina Lykke Grand ætlar umframt at gera listina sjónligari at varpa ljós á, hvussu stóran týdning myndlistin hevur havt fyri føroyskan samleika og føroyska tjóðarbygging.

- Listasavn Føroya er eitt einastandandi listasavn við nógvum møguleikum. Eg gleði meg saman við stýri og starvsfólkum at seta nýggja kós fyri savnið. Aðalmálið verður at geva teimum vitjandi góðar listaupplivingar og at gera Listasavn Føroya sjónligari uttanlands, m.a. í samstørvum við hini norðurlendsku søvnini, sigur Karina Lykke Grand.
Karina Lykke Grand tekur við sum leiðari á Listasavni Føroya eftir Nils Ohrt. Hon byrjar í starvinum 1. august.

Yrkisleið:
Karina Lykke Grand, 44 år 
Magistari í listasøgu frá Aarhus Universitet og Ph.d. i listasøgu sama stað
Lektari í listasøgu, Aarhus Universitet
Savnsleiðari á Randers Kunstmuseum, Skovgaard Museet og Trapholt
Kurator og ráðgevi fyri ARoS Aarhus Kunstmuseum
Nevndarlimur í Randers Kunstmuseum
Nevndarlimur í Det danske Institut i Rom
Advisory board limur í Nordic Institute of Art
Limur í Young Academy of Europa  
Granskingarleiðari av verkætlanini “Art and the Formation of National Identities”, stuðla av Det danske Forskningsråd.






FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  •  fomyndlist@gmail.com

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved

a

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  fomyndlist@gmail.com

 

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved