Les nýggjastu tíðindi frá Føroysk Myndlistafólk MYND

Várframsýningin 2017

5. apr. 2017

Várframsýningin 2017 letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin 7. apríl kl. 16.


Kim Simonsen, rithøvundur, setur framsýningina. Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini. 

12 listafólk luttaka í ár. Tey eru: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen. 

Eins og í fjør sita Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini. 

Framsýningin verður at síggja á Listasavni Føroya frá 7. til 30. apríl 2017. 

Opið er týsdag - sunnudag frá kl. 13:00 til kl. 16:00 (Mánadag er stongt) 

Komið!

Vinaliga Nevndin fyri Várframsýningina 2017: Jón Sonni Jensen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samsonsen




FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved

 

a

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn

 

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved