Um felagið

Føroysk Myndlistafólk (MYND) er felag fyri føroysk yrkismyndlistafólk.

 

Felagið varð sett á stovn 16. september 1981 í Listaskálanum.

 

Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og at verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast.

 

Rætt til at gerast limur hava øll myndlistafólk, sum lúka treytirnar, ið felagið hevur sett fyri upptøku.

 

Limatalið er um 40 og umfatar flest allar myndlistaligar yrkisgreinar.

 

Felagið hevur, síðan tað varð sett á stovn, virkað fyri at bøta um korini hjá myndlistafólkum.

Felagið hevur m.a. saman við LISA (Listafólkasamband Føroya) o.o. virkað fyri at  listafólk kunnu søkja starvslønir og íverksetanarstuðul úr Mentanargrunni Landsins, at peningur er settur av á fíggjarlógini, so listafólk kunnu søkja um ferðastuðul og at Heiðursgáva Landsins verður latin listafólki á hvørjum ári.

 

Felagið hevur lagt uppskot fyri mentamálaráðharran um, at lógarfest verður, at 1,5% av byggikostnaðinum av almennum um- og nýbyggingum verður nýttur til myndprýðing. Hetta hevur Tórshavnar kommuna júst sett í verk.

 

Felagið skipar javnan fyri fyrilestrum og seminarum, sum eru viðkomandi fyri limir okkara og onnur listaáhugað.

 

Síðan 1990 hevur felagið á hvørjum ári skipað fyri "sensureraðari" Várframsýning.

 

Felagið hevur sæti í umboðsráðunum í LISA og í Fjølrit, og er limur í NKF (Nordisk Kunstforbund) og í BIN (Billedkunstnere i Norden). Umframt hetta hevur felagið eitt umboð í stýrinum fyri Listasavn Føroya.

 

Felagið stendur á jøvnum føti við feløg fyri yrkismyndlistafólk í øðrum Norðurlondum.

 

Nevnast kunnu

BKF (Billedkunstnernes Forbund) Danmark, har onkrir limir hjá okkum eisini eru limir.

NBK (Norske Billedkunstnere) Noreg

KRO (Konstnärernas Riksorganisation) Svøríki

AAF (Artists' Association of Finland) og

MUU (Finnish Artists' Association) Finland,

SÍM (Samband Íslenskra Myndlistarmanna) Ísland

SDS (Samiske Kunstneres Forbund) Sámaland.

 

Bústaður felagsins

Føroysk Myndlistafólk

Postboks 120

110 Tórshavn

Faroe Islands

 

Samband

fomyndlist@gmail.com

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  •  fomyndlist@gmail.com

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved

 

a

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  fomyndlist@gmail.com

 

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved