Upptøkutreytir

10 stiga reglur

Tey, ið ynskja at gerðast limir verða biðin um at senda umsókn við CV, myndatilfari og annað viðkomandi tilfar til fomyndlist@gmail.com. Upptøkunevndin viðger síðani umsóknina.

 

Reglugerð um upptøku av limum til felagið“ Føroysk Myndlistafólk”. Sett í gildi 04.02.2004

 

1. Myndalistarlig útbúgving

Lokið prógv á viðurkendum listaskúla, sum tekur minst 4 ár sambært yvirlýsing hjá viðkomandi skúla: 6 stig.

 

 

2. Sensureraðar framsýningar

Sensureraðar framsýningar, t.d. várframsýningini ella tilsvarandi framsýning uttanlands: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.

 

 

3. Einkarframsýningar

Einkarframsýningarm, sum eru viðurkendar av listfakligari dómsnevnd heima ella uttanlands: 3 stig fyri hvørja framsýning.

 

 

4. Bólkaframsýningar

Bólkframsýningar, ið eru vigaðar av listafakligari dómsnevnd: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.

 

 

5. Listasavns-framsýningar v.m.

Listasøvn í Føroyum ella uttanlands ella útlendsk / føroysk viðurkend  framsýningarstøð: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.

 

 

6. Listaframsýningar ella framsýningarverkætlanir

Listaframsýningar ella framsýningarverkætlanir, sum eru viðurkendar av listafakligari dómsnevnd ella listafrøðingi: 2 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 4 stig.

 

 

7. Listarligar prýðisuppgávur

Almennar og einskyldar listarligar prýðisuppgávur, ið eru fyrireikaðar av listaligari dómsnevnd ella mettar av dómsnevnd felagsins: 2 stig fyri hvørja uppgávu.

 

 

8. Søla

Søla til listasøvn og stovnar. ið hava listafakliga dómsnevnd: 2 stig fyri hvørt verk tó í mesta lagi 6 stig.

 

 

9. Listaligan stuðul

Fingið almennan, norðurlenskan stuðul ella starvsløn frá tí almenna: 2 stig hvørja ferð, tó í mesta lagi 6 stig.

 

 

10. Upptøkunevndin

Upptøkunevndin ( dómsnevndin ) tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, hvørjar fortreytir geva stig. Hon kann somuleiðis eftir meting geva stig fyri her ikki nevnd listarlig virði.

 

 

 

10 stiga nevnd

Rannvá Holm Mortensen

Philippe Carré

Eyðun av Reyni

 

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  •  fomyndlist@gmail.com

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved

a

FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Postboks 120  •  FO-110 Tórshavn  fomyndlist@gmail.com

 

Copyright © 2017  •  Føroysk Myndlistafólk  •  All rights reserved