Várframsýningin

Felagið stílar á hvørjum ári fyri Várframsýningini - hon letur vanliga upp fyrsta vikuskifti í mars. Várframsýningin, ið plagar at vera í Listaskálanum, er sonevnd dømd (sensurerað, juryerað) framsýning - tað vil siga, at ein trímanna dómsnevnd av listafólkum, ið vald verður á aðalfundi, tekur kritiska støðu til hvørt einstakt verk og hevur skyldu til at seta strong krøv til listarligt virði. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár, og 1 nýggjur limur verður valdur á hvørjum ári. Endamálið er at hækka støðið og geva listafólki okkara stóra avbjóðing. Øll kunnu senda inn verk til dømingar -

øll kunnu senda verk inn til dømingar, sí vegleiðingarskjal her.

Nevnd

Annika Gregoriussen

Birgit Kirke

Rannvá Holm Mortensen