Tel. (+ 298) 444 326 & 284326 • frits@olivant.fo
Frits Johannesen er føddur 22.5. 1944 í Fuglafirði
Præliminerprógv 1961
Læraraprógv 1967
Árskeið á Danmarks Lærerehøjskole 1878/79 í tónleiki og støddfrøði
Árskeið á DPU ( Danmarks Pædagogiske Universitet) 2000/2001 í myndlist.
Verið kórleiðari frá 1979 – 2009
Leitt Fuglafjarðar gentukór frá 1980 – 2000
Fuglafjarðar manskór: 1993 – 1997
Fuglafjarðar sangkór : 1984 – 2004. 2007 – 2009
Verið á konsertferðum við hesum kórum sum kórleiðari 12 ferðir. Í Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi.
Stillaði fyrstu ferð út 1969 á Varmakelduframsýningini í Fuglafirði, sum síðani. hevur verið fastur táttur á hesi bygdarstevnu.
1970 fyrstuferð við á Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum og verið við á hesi framsýning fleiri ferðir síðani.
Listprýtt Mentanarhúsið 1998 uttan, stoypt relieffið á Bønhúsinum á Hellunum 1999, træskurð til Havsbrún 1995, træskurð til studentaskúlan á Kambsdali 1993, træskurð til skúlan í Hvalvík 2012 og listprýtt barnagarðin, Stropan, á Kambsdali 2012. Listprýtt skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki 1997.
1974 einsæris sýning í Listaskálanum
1980 framsýning á Ryttergården, Ballerup, saman við øðrum føroyskum listafólkum
1981 framsýning í Selfjord í Noregi saman við føroyskum listafólkum
1982 einsæris framsýning í Sparikassanum í Havnini
1983 Fuglafjarðar gentukór -Konsertferð á páskum til Danmarkar og vitjaðu Danmarks radio Pigekor.
1985 Fuglafjarðar gentukór á konsertferð í Bergen í juli og vitjaðu Per Eirik og Elsebeth Hals.
1986 Fuglafjarðar gentukór vitjar í juli á Selfossi - vinabýi Fuglafjarðar og Jón Steffánsson í Langholtskirkju í Reykjavík.
1986 við á Focusframsýningini, sum bleiv løgd til rættis av Sammenslutning af
Danske Kunstforeninger, sum varð sýnd fram víða um í Danmark
1987 einsæris framsýning í Sparikassanum í Havnini
1987 framsýning í listastevnuni í Fuglafirði í febr., sum Lisa skipaði fyri
1987 konserferð við Fuglafjarðar genturkóri í DK og vitjaðu John Høyby
1990 framsýning í Låne- og Sparekassen for Offentligt Ansatte i København saman við 3 øðrum føroyskum listafólkum.
1990 einsæris sýning í kunstgallerínum Vágsbotni, Tórshavn
1991 konsertferð í Vestbotten í Svøríki sum kórleiðari við Fuglafjarðar genturkóri
1991 um sama mundið, framsýning í Folkets hus í Umeå saman við Marius Olsen og Torbjørn Olsen
1992 við á Várframsýningini í Listaskálanum, Tórshavn
1992 framsýning saman við Heðini Kambsdal á høvuðsbókasavninum i Aalborg
1993 einsæris sýning á det Danske Centralbiblioteket, Flensburg
1993 um sama mundið konsertferð í Norðurtýsklandi við Fuglafjarðar gentukóri
1993 træskurður til studentaskúlan á Kambsdali 3,5m x 4m x 0.25 m
1995 træskurðmynd til Havsbrún 2x5m
1996 konsertferð við Fuglafjarðar gentukóri í nord Østerdalen í august mánaði.
1998 prýtt Mentanarhúsið
1999 stoypt mynd til bønhúsið á Hellunum 2 x 3,5m, sum stendur á skjøldrinum á bønhúsinum
1999 á konsertferð í Íslandi við Fuglafjarðar sangkóri sum kórleiðari um páskirnar.
1999 á konsertferð við Fuglkafjarðar genturkóri til Bergen
2000 málað á Triennale 15.-21. juni á C.W.Obels Plads, Aalborg, saman við listafólki frá vinabýasambandinum hjá Aalborg kommunu
2000 einsæris framsýning í Helligåndsklostret, Aalborg
2000 konsertferði í Aalborg og Skagen við Fuglafjarðar gentukóri sum kórleiðari
2001 framsýning í museumssentret Ramsmoen, Norøsterdalen, Norge
2001 einsæris sýning í Gallarí Ribarhúsi, Fuglafjørður
2002 framsýning á Riberhúsi saman við Heðini Kambsdal og Øssur Mohr
2002 gallari Arleth, Frits Johannesen, Heðin Kambsdal og Øssur Mohr
2002 konsertferð við Fuglkafjarðar sangkóri í Danmark og Svøríki
2003 Galleri Epoke, Vejle saman við Øssur Mohr
2004 einsæris framsýning í Listaskálanum, Tórshavn
2004 Menniskja í søgn og søgu, málningaframsýningar, kórsangur og drama á Varmakeldu. Norðurlendskt samtak.
2005 einsæris framsýning í Leikalund í Klaksvík
2005 einsæris framsýning, Gallerí Oyggin, Tvøroyri
2006 einsæris framsýning Galerí Focus, Thórshavn
2006 einsæris sýning á Galerí Arleth, Falster
2006 akvarelframsýning á Galerí Tøting, Syðrugøtu
2006 einsæris málninga framsýning, Bagsværd kirke, Keypmannahavn
2007 einsæris sýning á LM handlinum á Kambsdali
2007 gjørt orð og løg til sangleikin, Nykurin og málað leiktjøld til leikin saman við næmingunum
2007 í Bergen við næmingum í 8.flokki á listabreytini úr Fuglafjarðar skúla í august, har vit hugdu at list og teknaðu á listaskálanum í Bergen og arbeiddu víðari við hesum evnum, tá ið komið var heimaftur.
2007 einsæris framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
2007 einsæris framsýning á Ólavsøku í Tilhaldinum, Tórshavn,
2008 gjørt orð og løg til sangleikin “Smáttan og rúmdarferðin”
2008 framsýning á páskum á Galerí Arleth, Falster saman við Heðini Kambsdal og Øssuri Mohr
2008 gjørt orð og løg til sangleikin “Picasso kemur í morgin”
2008 framsýning í Huset í Aalborg 12 – 26 oktobur
2008 Einsæris framsýning í Listaglugganum í Tórshavn
2009 málað 8 málningar, ein til hvønn satsin, til Kvartettina til tíðarinnar enda, av Oliver Messiean, sum varð spæld í Mentanarhúsinumn tann 22. januar og 24. januar í Norðurlandahúsinum. Málningarnir stóðu kring kvatettina, meðan spælt varð.
2009 málningarnir: Kvartett til tíðarinnar vístir fram í Listaglugganum
2009 7.- 11. mai sangleikurin, Picasso kemur í morgin
2009 14. – 3. juni einsæris sýning í Ribarhúsi
2009 skrivað sangleikin, Varmakeldunátt, sum Eyðun á Lakjuni tónsetti
2009 einsæris sýning í Gallarí Fokus
2009 teknað konvoluttin í samband við at Tjaldurs Apotek verður 25ár.
2009 Varmakelduframsýningin 40 ár. Fyriskipað og stoypt myndir til Gamla svimjihyl saman við øðrum fuglfirðingum.
2009 framsýning í sept. í Fredrikssund – Heystframsýning í Langes Magasin – saman við Edward Fuglø, Rannvá Holm, Astrid Luihn, Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Kára Svensson.
2009 við á Art Copenhagen í Forum - Listagluggin 18. – 19. og 20. sept.
2009 Listagluggin
2010 Runavíkar kommunu í juni á Eystanstevnu
2010 málningaframsýning um páskirnar í Gallerí Arleth saman við Amariel Norðoy.
2010 summarframsýningin í Gallarí Ribarhús – mai, juni, juli og august
2010 skipað fyri kvøldsetuni Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.
2011 vatnlitsmyndir um páskirnarí Glyvra kirkju
2011 málningaframsýning í apríl mánaði í Gallarí Elisabeth, Runavík
2011 summarframsýningin í Gallarí Ribarhús juni, juli og august
2011 málningaframsýning Gallarí Ribarhús saman við abbabørnum og ommubeiggjabørnum o.ø. í familjuni
2011 19. febr. Stokkakvøld í Mentanarhúsinum
2011 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.
2011 27. nov Tankar og tónar við upplestri, kórsangi og myndasýning í kirkjuni við Powerpoint. Gentukórið gamla sang.
2011 skipað fyri kvøldsetu í Mentanarhúsinum í oktobur: Seyður og seyðahald.
2012 vatnlitsmyndir í Glyvra kirkju i føstuni undir heitinim: Pínslusøgan
2012 einsæris sýning í Gallarie Focus, Tórshavn, mars 2012.
2012 framsýning saman við Alexandru(konu míni), sum sýnir sínar kjólar, sum hon hevur bundið sjálv, fram á Mentanarnáttinini fríggjadagin, 8. juni 2012 í Tilaldinum í Tórshavn
2012 summarframsýningin í Ribarhúsi juni, juli og august
2012 listprýtt barnagarðin á Kambsdali
2012 træskurð til Hvalvíkar skúla
2012 málningaframsýning á mentanarstevnuni í Fuglafirði saman við Øssuri og Heðini
2012 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.
2013 málningaframsýning í mars mánaði í Thisted í Det gamle Rådhus saman við Heðini og Øssuri, sum “ kunstforeningen Kastet” skipaði fyri
2013 málningaframsýning á Gallerí Arleth í mai/juni
2013 Varmakelduframsýningin
2013 1. juni Kvøldseta, Seyður og seyðahald í Húsavík í Íslandi, sum er vinabýur Fuglafjarðar
2013 framsýning í Eik banka í Fuglafirði í sept. saman við Janus á Húsagarði, Jógvan Andreas á Brúnni og Brandur Patursson, sum Kristina Joensen, listakvinna hevði skipað fyri
2013 nov/des framsýning í Ribarhúsi saman við Heðini Kambsdal og Marjun í Lambanum
2013 Tankar og tónar í kirkjuni 24 nov. við kórsangi og upplestri. Skrivað tekst til nakrar málningar hjá Heðini Kambsdal.
2013. skrivað sangleik til 10. flokk í Fuglafjarðar skúla: William Turner og Monet. Bárður á Lakjuni tónsetti. Spældur í Mentanarhúsinum.
2013 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.
2014 framsýning við akvarellum í Rituvíkar kirkju og fyrilestur við Power point: Trúgvin og listin
2014 skrivað sangleikin: Ingálvur av Reyni kemur í ovurmorgin til 6. flokk í Fuglafjarðar skúla. Eyðun á lakjuni tónsetti.
2014 undirvíst í Handilsskúlanum í Rørslutekningum og strikutekningum,
2014 famsýning í Ribarhúsi í mai saman við Kristinu Joensen á sjeyti ára føðingardegi mínum.
2014 framsýning á Galleri Nørballe á Als frá juni til sept saman við øðrum føroyingum
2014 framsýning á Norðoyastevnuni í Klaksvík
2014 skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum í okt.
2015 málningaframsýning Galleri Munken uppi við Løkken í Norður Jútlandi á páskum saman við Eyðun á Reyni, Kára Svendson og Torbjørn Olsen.
2015 einsæris sýning við vatnlitsmyndum í Aulum kirkju, Jútlandi, sum Ronald Rising, prestur skipar fyri.
2015 málningaframsýning í gallarí Arleth á Falster um páskirnar saman við Heðini Kambsdal og Øssur Mohr
2015 málningaverkætlan saman við Sprotanum og Jonhard Mikkelsen
2015 einsæris sýning í septembur Gallarí Fokus
2015 í okt. skipað fyri kvøldsetuni, Seyður og seyðahald í Mentanarhúsinum
2016 einsæris málninga- og vatnlitsmyndasýning á posthúsinum í Klaksvík á “Torradøgunum.”
2016 skipað fyri kvøldsetum við frásøgnum um Útróður í Fuglafirði í februar mánaði..
2016 fimmtan málningar, sum eg hevði málað og latið Sprotanum, vórðu seldir á uppboðssølu 2. apríl. á Reinsarínum í Havnini Gentukórið gamla sang. Jonhard Mikkelsen, Vestmanna stíðlaði fyri.
2016 framsýning í fimleikahøll skúlans á mentanarvikuni í sept. saman við fuglfirðingum- Kristinu Joensen, Jógvan á Brúnni, Helenu Kjeld, Tummas Jákup Thomsen, Jens Klæmint Jacobsen, Bernhard Samuelsen og Heðini Kambsdal.