tíðindi

Posta út tann:
22
02
2017

37 listafólk vilja listprýða Landssjúkrahúsið

Í morgin fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at avdúka tey, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Í alt eru 2,3 mió. kr. settar av til endamálið.


Í fjør vóru listafólk um allan heim vóru boðin við til at seta sín dám á nýggja sjúkrahúsbygningin, sum verður bygdur í vakra umhvørvinum oman í móti Sandagerði. Listafólkafelagið LISA, hevur hjálpt við at fáa boðskapin út.Avmarkingar hava ikki verið settar fyri fyri, hvat slag av list talan var um, har listahandverk, filmslist og onnur list kann verða við.

Dentur hevur verið lagdur á, at listafólkini draga sjúklingar, starvsfólk og avvarðandi við í listarligu tilgongdina. Samstundis er umráðandi, at listafólkini gjarna vilja arbeiða við samanspælinum millum lekjandi list og listahandverk, arkitekturin og umhvørvið kring bygningin, og at støðið onkursvegna verður tikið í føroyskari mentan.

Tá ið freistin var úti, vóru 37 uppskot komin frá listafólkum úr Føroyum og uttanlands. Ein listabólkur hevur síðani valt nøkur listafólk til at prýða bygningin. Í morgin fer landsstýriskvinnan í heilsumálum at avdúka hvørji listafólkini eru.

Í listabólkinum eru:

Jane Ziska, umboðandi medisinska depilin á LandssjúkrahúsinumTórunn H. Ósá, umboðandi psykiatriska depilin á LandssjúkrahúsinumJóhan Martin Christiansen, umboðandi LISANina Arge, umboðandi Faerport IIRosan Bosch, Byggiharra ráðgeviBárður í Baianstovu, umboðandi LandsverkJan á Argjaboða, verkætlanarleiðari hjá LandsverkHósdagin, 23. februar verður samkoma á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at nøvnini á teimum, ið skulu listprýða nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, verða almannakunngjørd. Tiltakið verður í forhøllini og byrjar klokkan 14.30.

PDF-fíl
No items found.