tíðindi

Posta út tann:
29
12
2017

Ársfrágreiðing 2017

Á heysti 2016 skipaði LISA fyri eini ráðstevnu um listapolitikk anno 2016, har m.a. arbeiðsumstøðurnar hjá listafólkum í Føroyum vóru á breddanum. Tað var týðuligt, at tað ikki bara eru myndlistafólk, sum hava stórar avbjóðingar, tá ið tað snýr seg um tryggar arbeiðskarmar, herundir fíggjarviðurskifti, arbeiðshøli o.lík., men at listafólk innan allar listagreinar eru ávirkað av líknandi avbjóðingum.

Eftir at nevndin fyri felagið Føroysk Myndlistafólk hevði skipað seg eftir aðalfundin 22. oktober 2016 við Jóhan Martini Christiansen sum forfólki, Jón Sonna Jensen sum skrivara og Finleif Mortensen sum kassameistara, fór nevndin undir at seta orð á tørvirnar á arbeiðshølum o.lík. hjá myndlistafólkum.

Í mars mánaði kunngjørdi Mentamálaráðið eina lýsing, har sóknast varð eftir uppskotum um, hvat Hoydalar kann brúkast til. Tørvslýsingin, sum nevndin í MYND hevði gjørt, varð send til LISA.

1. august 2017 handaði LISA landsstýrisfólkinum í mentamálum, Rigmor Dam, ein faldara við uppskotinum ”LISA í Hoydalar – Eitt stað har listin og listafólkini hoyra til”. Í uppskotinum verður Hoydalar lýst sum eitt upplagt stað fyri listina, átrokandi tørvir á arbeiðshølum verða dekkaðir, eitt umhvørvi verður etablerað, almenningurin fær møguleika at síggja feskastu listina, listafólkabúðstaðir (residency) fyri útlendsk listafólk verður etablerað osv.

Nú vit eru við árslok, hava vit enn einki frætt aftur. Tað er eitt av fremstu málum og ynskjum hjá felagnum, at skiparð verður fyri, tá ið tað almenna byggjir nýtt/út ella ger størri umvælingar, so skal ein ávísur prosentpartur av útreiðslunum fara til listprýðing, eins og hjá t.d. Tórshavnar Kommunu. Enn er eingin føst skipan gjørd, men tvær royndir hava verið gjørdar: nýggji miðnámsskúlin við Marknagilsvegin, Glasir, og útbyggjingin av Landssjúkrahúsinum, H-bygningurin.

Í Glasi hava sjey listafólk fingið boð um at gera listprýði til t.d. til tey fimm trappurúmini ella listprýðing av ljóðdoyvandi gardinunum í fyrilestrasalinum. T.v.s. væl nágreinað øki í bygninginum, sum ikki fara í dialog við bygningin annars. 3 milliónir eru settar av til hetta.


Í H-bygninginum hevur verið lýst eftir listafólkum áðrenn at byggingin fór í gongd. Í lýsingini vórðu listafólkini biðin um at taka støðu til hugtøk so sum lekjandi list og føroyska mentan og yvirskipaðar visjónir, heldur enn eitt liðugt produkt. Fimm listafólk eru boðin at listprýða H-bygningin. 2,2 milliónir eru settar av til hetta, sum ikki røkka til. Neyðugt verður at finna aðra fíggjing til verkætlanirnar.

MYND hevur seinastu tíðina samskift við Tórshavnar Kommunu um at skipa fyri, at verkstøð verða gjørd í ovaru ítróttarhøllini í Finsen. Hetta arbeiðið er enn ikki endaliga avgreitt, men tað tykist sum um, at listafólk kunnu flyta inn um ikki so leingi.
LISA ynskir eina lóg um list í Føroyum. Hetta skal vera ein hugsjónarligur grundarsteinur, sum aðar lógir skulu byggja á, t.d. ein lóg um Listagrunn Landsins og eitt Listaráð Landsins (ráðgevandi nevnd innan listalig viðurskifti), sum tekur útgangsstøði í yrkislistini. Hesum tekur felagið undir við og vil aktivt stuðla hesum arbeiðinum.

Tann 7. - 30. apríl 2017 varð skipað fyri árligu váframsýning í  Listaskálanum. 12 listafólk luttóku. Tey eru: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré,
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard, og Tummas Jákup Thomsen. Kim Simonsen bar fram røðu. Sum heild var Várframsýningin væl eydnað.

Í mai/juni luttók Jóhan Martin Christiansen, fórfólk, á NKF (Nordiska Konstnerforbundet) fundi í Nuuk. Annað hvørt ár verður skipað fyri slíkum fundi. Tað er torført at loysa konkret mál, av tí at avbjóðingarnar eru sera ymiskar í ymisku londunum. Tó er umráðandi at hitta hini feløgini úr norðanlondunum og samskifta og læra um viðkomandi avbjóðingar, mál og viðurskifti. T.d. eiga greiðari reglur at verða gjørdar innan toll og skattalig viðurskifti.

Nýggjasta listasavnið í Føroyum er Bank Nordik savnið. Bankin heitti á LISA í desember 2016 um at velja lim inn í eina fýrmannaða nevnd. LISA heitti tí á MYND um at senda tilmæli um lim, har Edward Fuglø varð valdur inn sum umboð fyri myndlistaliga økið.

Atlantic Airways hevur sett á stovn ein listagrunn, Listaflog, sum á hvørjum ári skal lata eitt legat á 100.000 kr til onkra listaliga verkætlan á føðingardegnum hjá Atlantic Airways. Heitt varð á Randi Samsonsen, sum er limur í MYND, at stilla upp til nevndina fyri Listaflog vegna LISA. Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen fingu fyrsta legatið.

Heimasíðan hjá felagnum hevur ikki verið dagførd síðani 2009, og tískil hevur tað verið sera átrokandi at fáa hetta avgreitt. Ein nyggj heimasíða er tí nú klár, og kann skoðast her: www.mynd.fo

Eftir ætlan verður heimasíðan dagførd javnan við tíðindum um framsýningar, tiltøk, listapolitikisk mál o.s.v.

Á aðalfundinum 28. oktober 2017 varð Jóhan Martin Christiansen, ið stóð fyri vali, afturvaldur. Nevndin heldur fram sum fyri aðalfundin, við Jón Sonna Jensen sum skrivara, Finleif Mortensen sum kassameistara og Jóhan Martin Christiansen sum forfólki. Somuleiðis stóð Jóhan Martin Christiansen fyri vali til Várframsýningarnevndina, hann ynskti ikki at stillað upp aftur. Annika Gregoruissen varð vald í nevdnina.

Tórshavn t. 29. desember 2017


Nevndin
Jóhan Martin Christiansen, forfólk
Jón Sonni Jensen, skrivari
Finleif Mortensen, kassameistar

PDF-fíl
No items found.