tíðindi

Posta út tann:
15
12
2017

Nú er broytta kunngerðin um Mentanargrunn Landsins lýst

Slóðbrótandi tiltøk eru sett í verk, t.d. at yrkislistin verður sett í fokus, og at listafólk kunnu fáa listafólkaløn við støði í listaligari fakligheit og royndum.

LISTAFÓLKALØN - Nýggj kunngerð um Mentanargrunn Landsins við slóðbrótandi broytingum.

Tann 13.12.2017 kom nýggj kunngerð fyri Mentanargrunn Landsins í gildi. Broytingin hevur til endamáls at bøta um korinini hjá yrkislistafólkum.  

Listafólkasamband Føroya fegnast um, at í kunngerðini eru tríggjar avgerandi og slóðbrótandi broytingar:  

• Skilgreinan: “Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.”  

• Tað er møguligt at fáa listafólkaløn við støði í listaligari fakligheit ella royndum og ikki bert til verkæltan ella verkevni.  

• Faknevndir verða settar at meta um umsóknirnar til listafólkaløn.    Lønin ásett í kunngerðini.

Listafólkalønin er ásett í kunngerðini. Tað vil siga, at listafólkalønin er óbroytilig og tekur harvið ikki hædd fyri starvsaldri og útbúgvingarstigi.  

Listafólk eiga at hava rætt til løn, ið svarar til fakliga útbúgving og royndir.  

Listafólkasamband Føroya átalar, at lønin á listaøkinum skal vera óbroytilig og ásett í eini kunnger. eini kunngerð


Vinaliga

Listafólkasamband Føroya


Marita S. Dalsgaard, forfólk  

Hansina Iversen, næstforfólk

Jóhan Martin Christiansen, nevndarlimur  


Les meira her Les meira her


PDF-fíl
No items found.