tíðindi

Posta út tann:
24
05
2021

ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN 2021

“GRØN ERU GRÁ HÚS”

Ólavsøkuframsýningin, sum Listafelagið skipar fyri, verður aftur í ár á Listasavni Føroya

28. juli til 22. august 2021

Øll eru vælkomin at senda verk inn og allar listagreinar hava áhuga.

Framsýningin ber heitið ”Grøn eru grá hús”, sum er setningur tikin úr teksti hjá Karsten Hoydal.
Ingálvur av Reyni bað Karsten Hoydal skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru
broyttir nógv og Ingálvur av Reyni hevði funnið fram til sítt abstrakta ekspressiva myndamál. Ingálvur
vónaði at teksturin hjá Karsten Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið tey fóru at síggja á
framsýningini.

Listaverk hjá Ingálvi av Reyni verða snúningsdepilin um Ólavsøkuframsýningina 2021.
Hann var ein slóðbrótari og av stórum týdningi fyri listasøgu Føroya. Við síni longu leið og leitanini eftir
tí sanna í listini, hevur hann lagt eitt dygdargott og rúgvusmikið verk eftir seg, til gleði og íblástur fyri
listafólk mong ættarlið framyvir.

Við vón um at savna saman góða list og at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi á Ólavsøkuframsýningini
2021, verður heitt á listafólk um at senda inn.

Heilsan
Hansina Iversen, fyriskipari av Ólavsøkuframsýningini 2021

Sí meira í hjáløgdu PDF

PDF-fíl
No items found.