tíðindi

Posta út tann:
04
05
2018

Open Call: Ólavsøkuframsýningin 2018

HEITIÐ Á ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGINI 2018 ER: -MÁL-


Samkiparin av Ólavsøkuframsýningini í Listasavni Føroya í ár, Jón Sonni Jensen, sigur soleiðis um framsýningina: Heitið tekur støði í orðastovninum ‘mál’. Hendan stavsamansetingin finst í eini ørgrynnu av føroyskum orðum.


Hesi nema við okkara: Mál, søgu, siðvenju, politikk, list, ítrótt, mat, sosial og menniskjaslig viðurskiftir.

Hesi evnir eru serliga nógv á breddanum um Ólavsøkumundið, og tí er hetta heitið kosið til Ólavsøkuframsýningina 2018.

Gjørdur er ein listi við uml. 240 orðum við orðastovninum ‘mál’, og er hann at finna í skrivinum á facebook síðuni "Ólavsøkuframsýningin 2018".

Sum nakað heldur øðrvísi, so er heitið í ár ein áheitan til tey vitjandi á framsýningini, og ikki til listafólkini, sum vanligt er.


Tó er frítt hjá listafólkunum at leita sær íblástur í áðurnevnda orðalista.

Av tí at heitið vendir sær til hyggjaran, er ætlanin í ár at gera meira við upplýsingum til tey vitjandi í mun til undanfarin ár. Umframt at okkurt samvirkið (interaktivt) eisini gerst partur av upplivingini.

‘Eg sakni ofta eina sakliga og fakliga kjakmentan í Føroyum, bæði innan list og í tí almenna rúminum sum heild. Vit eru ofta ov friðarlig ella ósaklig. Tí vil eg í ár gera eina framsýning sum eggjar til kjak, samrøðu og sjónligar fríar meiningar. Eitt tiltak, ið loyvir meiningunum fram at’.  
Til ber nú at senda uppkot til Ólavsøkuframsýningina 2018. Tað er frítt hjá øllum at senda verk inn, og valt verður síðani úr teimum innsendu uppskotunum. Samskiparin, leitar eftir uppskotum innan allar listagreinar: myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.

Tey, ið eru áhugaði at senda inn uppskot, finna allar neyðugar upplýsingar í skrivinum, sum ber til at taka niður via pdf-fíl niðanfyri:

PDF-fíl
No items found.