Framsýningin er á LISTASAVNI FØROYA
Innlatingarfreist fyri uppskotum er 1. apríl 2021 á miðnátt.
Fernisering er fríggjadagin 16. apríl kl. 16.00
Framsýningin er opin 17. apríl til 2. mai 2021
Várframsýningin er sensurerað, tvs. at ein úrvalsnevnd velur burtúr úr innkomnu verkunum.
Úrvalsnevndin er samansett av listafólki, og hon skipar fyri framsýningini og velur út millum innsendu verkini.
Til Várframsýningina 2021 er myndaevnið frítt, tvs. at listafólkini sjálv velja, hvat tey mynda.
Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2020 eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen