Myndlistafólkini í Føroyum eru samskipað í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Eftir ávísum treytum kunnu tey gerast limir, ið eru myndlistafólk burturav, hava myndlistina sum starv. Endamál felagsins er at virka fyri øktari samvinnu millum føroysk listafólk, at arbeiða fyri at bøta um kor teirra og korini hjá føroyskari myndlist.
Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur aðalfund í desembur mánaða.