Tey, ið ynskja at gerðast limir verða biðin um at senda umsókn við CV, myndatilfari og øðrum viðkomandi tilfari til fomyndlist@gmail.com.  Upptøkunevndin viðger síðani umsóknina. Upptøkutreytirnar eru lýstar í 10 stiga reglunum. Fyri at gerast limur, skal umsøkjarin fáa 10 ella fleiri stig sambært punktunum niðanfyri. Í upptøkunevndini sita:

︎︎︎ Rannvá Holm Mortensen
︎︎︎ Ole Wich
︎︎︎ Jón Sonni Jensen




︎  1. Myndalistarlig útbúgving


Lokið prógv á viðurkendum listaskúla, sum tekur minst 3 ár sambært yvirlýsing hjá viðkomandi skúla. Hetta samsvarar við eina útbúgving á bachelor stigi ella h
ægri: 


6 stig.


︎  2. Sensureraðar framsýningar


Sensur
eraðar framsýningar, t.d. várframsýningin ella tilsvarandi framsýning uttanlands.


1 stig fyri hvørja framsýning,
tó í mesta lagi 3 stig.



︎  3. Kurateraðar einkarframsýningar


Myndlistarligar einkarframsýningar, sum eru vigaðar av listfakligari dóm
snevnd ella kuratori í Føroyum ella uttanlands: 


3 stig fyri hvørja framsýning.


︎  4. Kurateraðar bólkaframsýningar


Myndlistarligar bólkaframsýningar, ið eru vigaðar av listafakligari dómsnevnd ella kuratori í Føroyum ella uttanlands: 


1 stig fyri hvørja framsýning,
tó í mesta lagi 3 stig.



︎  5. Listasavnsframsýningar v.m.


Myndlistaframsýningar á listasavni í ella viðurkendum framsýningar
staði í Føroyum ella uttanlands: 


1 stig fyri hvørja framsýning,
tó í mesta lagi 3 stig.



︎  6. Listaframsýningar ella listaverkætlanir


Myndlistaframsýningar ella myndlistaverkætlanir, sum eru viðu
rkendar av listafakligari dómsnevnd ella listafrøðingi: 


2 stig fyri hvørja framsýning,
tó í mesta lagi 4 stig.



︎  7. Listarligar prýðisuppgávur


Almennar og einskyldar listarligar prýðisuppgávur, ið eru fy
rireikaðar av listaligari dómsnevnd: 


2 stig fyri hvørja uppgávu.


︎  8. Søla


Søla
til listasøvn og stovnar, ið hava listafakliga dómsnevnd: 


2 stig fyri hvørt verk,
tó í mesta lagi 6 stig.



︎  9. Listaligan stuðul


Fingið almennan, norðurlenskan ella altjóða stuðul ella starv
sløn til myndlistarligt virksemi: 


2 stig hvørja ferð,
tó í mesta lagi 6 stig.



︎  10. Upptøkunevndin


Upptøkunevndin tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, hvørjar fortreytir geva stig. Hon kann somuleiðis, eftir m
eting, geva stig fyri listarligt virksemi ella virði, ið ikki eru nevnd í punktunum omanfyri, treytað av at umsøkjarin annars er nær við at lúka kravda stigatalið.